Nøgdir við álopið - skulu rætta upp á verjuna

bannari
Nøgdir við álopið - skulu rætta upp á verjuna
Føroyska álopsspælið var gott, men verjuspælið sat ikki akkurát sum tað skuldi, segði Hákun West av Teigum, eftir at Føroyar vunnu við 10 málum ímóti Belgia
05.01.2024 - 21:58

Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum vann fyrra venjingardystin ímóti Belgia sannførandi.

Munurin var heili 10 mál, og endaliga úrslitið varð 41-31. Hákun West av Teigum, sum skeyt sjey av málunum, var sum vera man væl nøgdur við føroyska álopsspælið.

 - Eg haldi ikki, at tað er so nógv av rætta upp á har. Tað er altíð okkurt smáting, men sum heild er tað fínasta slag, segði høgri vongurin úr Füchse Berlin.

Hinvegin helt hann ikki, at verjuspælið var nøktandi, og tí verður tað verjan, sum verður fremst í huganum til dystin í morgin.

 - Tað mugu vit arbeiða við og rætta upp á, tí tá vit spæla ímóti Slovenia í næstu viku, verður tað nakað heilt annað. Tað kann ikki samanberast við tað trýstið, sum var her í dag, segði Hákun West av Teigum.

Í morgin spæla Føroyar og Belgia seinna dystin. Hann byrjar klokkan 19:30 og kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109