Fáir seniorar til FM

Fáir seniorar til FM
Ein avbjóðing hjá føroysku svimjifeløgunum er, at ov nógvir svimjarar gevast tíðliga. Tað sást aftur um vikuskiftið, har næstan ongin seniorur kappaðist um FM á stuttgeil
13.11.2023 - 15:23

Føroysku svimjararnir gevast tíðliga.

Tað sást aftur til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil um vikuskiftið, har fáir seniorar kappaðust um heitini.

 - Vit mugu hyggja inneftir og vita, hvat tað er, vit skulu gera fyri at halda upp á tey eitt sindur longur, sigur Jón Bjarnason úr svimjinevndini hjá Svimjisambandinum.

Fleiri evnaríkir svimjarar teljast millum føroysku juniorarnar, og føroysku svimjifeløgini hava ábyrgdina av, at tey ikki gevast ov ung.

 - Tey mugu gera tað meira lokkandi at vera ein partur av svimjingi, tí tað eru ikki øll, sum hava hug at venja 10, 11 ferðir um vikuna, og tað er har vit oftani eru, sigur Jón Bjarnason, sum í nógv ár var venjari hjá Páli Joensen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008