Vildu helst spælt á heimavølli

Vildu helst spælt á heimavølli
Tær á hondbóltslandsliðnum høvdu helst vilja spælt á heimavølli, men fara kortini at gera sítt ítasta í teimum báðum play-off dystunum í Kosovo um ein mánaða
04.10.2022 - 12:24

Um ein mánaða skal hondbóltslandsliðið við kvinnum spæla tveir play-off dystir ímóti Kosovo.

Báðir HM-undandystirnir eru á útivølli.

 - Vit vilja altíð spæla heima, og tað er nógv best at spæla í Føroyum, sigur Ninna Katrin Johansen, sum er ein av teimum, sum eru við í bruttohópinum, sum er farin undir fyrireikingarnar til dystirnar.
 
 - Tað er sjálvandi nógv verri, bæði mentalt, at flúgva og tílíkt, men vit mugu taka tað og royna at gera okkara besta, sigur Súna Krossteig Hansen.

Ætla sær víðari kortini

Hóast báðir dystirnir vera á útivølli, eru vónirnar góðar hjá bæði spælarum og venjaranum, Sonni Larsen.

 - Um vit spæla upp til okkara besta, hava vit kjans. Tað, vit hava sæð, hevur Kosovo spælt fínt, men vit hava avgjørt møguleikan, sigur venjarin.

Áðrenn dystirnar ímóti Kosovo, skal landsliðið spæla tveir venjingardystir ímóti Íslandi. Hesir vera báðir í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109