Elias ger døgurðan

Elias ger døgurðan
Óli Mittún er farin úr tí heimliga í Hoyvík og til Partille uttanfyri Gøteborg eftir hondbóltsdreyminum, men alt er ikki fremmant í tí svenska kortini
26.09.2022 - 15:55

Óli Mittún er farin úr heimligu Hoyvík til IK Sävehof í Partille uttanfyri svenska stórbýin, Gøteborg.

Alt er kortini ikki fremmant. Eldra systkinabarnið, Elias á Skipagøtu, er longu ein stjørna í svenska felagnum, og hevur verið við at vunnið bæði meistaraheiti og steypakappingar.

Næsta summar skal Elias spæla í týska stórfelagnum, Kiel, men í ár skal hann millum annað hjálpa 17 ára gamla systkinabarninum at støðast í nýggju umstøðunum.

Tað kemur væl við, viðgongur Óli Mittún.

 - Tað hevur verið ordiliga stuttligt og avbjóðandi at byrja í einum nýggjum staði, men tað hevur verið lætt at fella til, serliga tí at Elias eisini er her, sigur Óli Mittún.

Elias ger døgurða

17 ára gamli bakspælarin heldur, at teir báðir eru 'eitt sindur dovnir í tí'. Elias á Skipagøtu avdúkar kortini, at tað er hann, sum fæst mest við grýtur og pannur.

 - Tað er mest eg, sum geri mat. Tað kanska kemur, smílist Elias á Skipagøtu.

Eisini málið er ein avbjóðing fyri stórtalentið úr H71.

 - Tann eina dystin sat Elias á beinkinum, tí eg skili ikki ordiliga øll systemini, og so hevur hann umsett til føroyskt. Tað hevur verið øgiliga gott, sigur Óli Mittún.

 - Nú í byrjanini umseti eg eitt sindur hjá honum, men annars skal hann sjálvur koma inn í tað, greiðir Elias á Skipagøtu frá.

Og byrjanin á vøllinum hevur verið góð. Óli Míttún hevur fingið fitt av spælitíð - kanska meir enn væntað frammanundan.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109