AFTURUM: Sært tú meg?

AFTURUM: Sært tú meg?
Ungdómstoymið hjá KVF, biit, hevur gjørt eitt sovorðið "behind the scenes" video um nýggju ungdómsdokumentarrøðina "Sært tú meg?", sum verður send í kvøld
12.05.2022 - 16:54

"Sært tú meg?" er ein føroysk ungdómsdokumentarrøð í trimum pørtum.

Í eini roynd at seta orð á kenslurnar, eru fýra ung, sum eru fremmand fyri hvørjum øðrum, sett saman.

Í royndini eru fýra stólar. Ein er reyður, og tað er har frásøgufólkið ella tann, ið sigur sínar hugsanir, situr. Spyrjararnir sita í hinum trimum stólunum.

Í fyrst parti hitta vit tey fýra Jónhard, Karstin, Marin & Sólvør.

Kunnu tey leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?

 

Lagt til rættis: Anna Joensen-Næs & Maria Winther Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114