Helgi Hildarson Hoydal: hetta var ikki tað vit ætlaðu

Helgi Hildarson Hoydal: hetta var ikki tað vit ætlaðu
- Eg brenni fýra ella fimm skot, sum kunnu vera avgerandi fyri, um vit hanga í teimum í fyrra hálvleiki, segði Helgi Hildarson Hoydal eftir tapið fyri Týsklandi í Kiel
13.04.2022 - 20:26

Helgi Hildarson Hoydal var vónbrotin um 34-26 tapið ímóti Týsklandi í Kiel í dag. 

 - Í heila tikið eri eg eitt sindur vónbrotin akkurát nú. Hetta var ikki akkurát tað, vit ætlaðu, men vit møttu einum góðum liði í dag, og tað skulu vit hava virðing fyri, segði royndi strikuspælarin.

Føroyska liðið hevði yvirhøvur ilt við at fáa bóltin framvið Andreasi Wolff í týska málinum. Ikki tí, at Føroyar ikki komu til kjansir, men tí at teir ov ofta vórðu misnýttir. Hlegi Hildarson Hoydal átti fleiri stórar, og hann tók í egnan barm.

 - Eg brenni fýra ella fimm skot, sum kunnu vera avgerandi fyri, um vit hanga í teimum í fyrra hálvleiki, segði landsliðsspælarin úr Viking Stavanger.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109