Tilmælini geva ikki meining

Tilmælini geva ikki meining
Almennu koronatilmælini, sum siga at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast, geva ikki meining longur. Tað er niðurstøðan, bæði hjá fólkakirkjuni og í ítróttarheiminum.
13.01.2022 - 18:15

Sambært Jógvani Fríðriksson, biskupi, hava koronatilmælini skúgvað til viks, vanligt vit og skil. Og tí sleppa also nógv fleiri enn 100 fólk inn í Vesturkirkjuna, tá farið verður aftur í kirkju - ikki nú sunnudagin, men annan sunnudag, 23. januar. 

Í høllini á Hálsi gera tey klárt til HM-undankapping í manshondbólti, sum byrjar í morgin. 400 atgongumerki eru seld til hvønn av teimum trimum dystunum hjá føroyska manslandsliðnum.

Stóri áhugin fyri hondbóltslandsliðnum leggur trýst á Hondbóltssambandið, tí fólk vilja sleppa til landsdystirnar. Men Hondbóltssambandið selir ikki fleiri atgongumerki, hóast ríkiligt av plássi og tómum stólum eru í Høllini á Hálsi.

-Hetta er okkara kompromis, sigur Gunn Ellefsen, sum annars ikki vil gera samrøðu ídag, dagin fyri fyrsta bríksl.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109