- Tíðindi, mentan og ítróttur
Craig Gordon: Tað kundi lætt farið hinvegin
Málverjin, Craig Gordon, var glaður eftir tepra 1-0 sigurin hjá skotum á Tórsvølli í kvøld.
- Tað var trupult at bróta ígjøgnum - teir vardu sera væl - men tað eydnaðist til endans, segði Craig Gordon við Jógvan Skeel Nolsøe eftir dystin.
- Tað var ein trupul dystur, og føroyska liðið spældi seg til nakrar góðar kjansir, og tað kundi farið hinvegin, segði málverjin úr skotska felagnum, Hearts.
Skotland hevur nú spælt seg í góða støðu í bólkinum, og eitt play-off pláss nærkast hjá Steve Clark og spælarunum. Skotar hava 17 stig, meðan Ísrael hava 13 á triðja plássi undan tveimum teimum síðstu dystunum, sum verða í november.
- Sigurin hevur stóran týdning. Vit nærkast endanum á bólkaspælinum, og nú mugu vit fara til Moldova og vinna einaferð afturat, so vit tryggja okkum annað plássið, segði Craig Gordon.
Skotland hevur ikki spælt seg í eitt HM-endaspæl síðan 1998.