- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldri menn í nýggjum bilum
Eldri menn í nýggjum bilum
Teir eru 91 og 93 ára gamlir, báðir hava teir júst keypt spildurnýggjan bil. Vit hava verið biltúr við Henningi Mortensen og Jóhan Peturi Johansen
22.04.2021 - 19:37
35.224 fólk í Føroyum hava koyrikort. Men sambært Akstovuni eru bara 31 fólk í Føroyum, 90 ár og eldri, sum hava koyrikort.
Tí var tað ein sjáldsom hending fyrr í mánaðinum, tá ikki færri tveir eldri menn - annar 91, hin 93 ár - keyptu hvør sín spildurnýggja bil.
Vit vóru ein biltúr við Henningi Mortensen og Jóhan Peturi Johansen fyrr í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV