- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71 avgjørdi við brotskasti í seinastu løtu
Djóni Gaard Joensen skeyt gullið til Hoyvíkar, tá hann við brotskastið í seinastu løtu avgjørdi steypafinaluna við monnum millum H71 og Neistan.
Tá var dysturin farin út í umdyst - tvær ferðir fimm minuttir - og ilt var at taka dagar ímillum liðini.
Stórur munur tó fyrstu løtuna. Neistin fekk ikki mál, og hoyvíkingar hóttu við at strúka avstað. Eina løtu var støðan 5-1 til H71, men Neistin fekk skjótt glið á spælið aftur.
Tað, ið eftir var av dystinum, leikti javnt á. Verjurnar vóru stinnar, og málverjarnir stóðu væl. Serliga var maðurin í neistamálinum, Bence Gödor, fleiri ferðir avgerandi.
Vanliga leiktíðin endaði 22-22, og tíggju minuttir seinni var 25-25. Tíggju sekund vóru eftir at spæla, tá H71 fekk brotskast, og Djóni Gaard Joensen ivaðist ikki, tók ábyrgdina á seg og fekk leiklutin sum steypahetja afturfyri.
H71 - Neistin 26-25 (13-11)