Elias aftur á vøllinum: – Titta på á Skipagøtu!

Elias aftur á vøllinum: – Titta på á Skipagøtu!
Hálvt ár eftir skiftið til svenska hondbóltsfelagið, Sävehof, er Elias á Skipagøtu skaðafríur, og ungi hoyvíkingurin hevur fingið eina góða byrjan
07.12.2020 - 14:57

 Titta på á Skipagøtu!

Svensku viðmerkjararnir á sjónvarpsrásini, Cmore, vóru bergtiknir av unga hondbóltssnillinginum, Eliasi á Skipagøtu, tá hann spældi sín fyrsta dyst fyri svenska felag sítt, Sävehof, fyri kortum.

Við frálíkum spælingum inn á strikuna, fleiri málum frá sjey metrum og kvikum gjøgnumbrotum vísti Elias, hvat býr í honum. Dysturin móti Alingsås endaði kortini við teprum tapi, og sjálvur var Elias ikki heilt nøgdur við sítt spæl.

 Tað gekk fínt í byrjanini, men í endanum misnýtti eg eitt skot og gjørdi eina tekniska villu, so har má eg verða betri, sigur evnaríki hondbóltsspælarin.

Setir sær nýggj mál

Við teimum mongu skaðunum í huga, er avtalan í løtuni, at Elias á Skipagøtu ikki skal spæla meir ein eitt korter í hvørjum dysti.

Sum tíðin gongur, skulu minuttirnir eisini økjast. Elias sjálvur er ótolin.

 Vit hava ein strangan fysioterapeut, men eg royni at skundað ta undir gongdina. Men tað riggar ikki so væl. Men fyrsta málið er, at eg kann spæla við fullari megi, sigur fyrrverandi H71-spælarin.

Felagið trýr upp á Elias

Hoyvíkingurin hevði fleiri tilboð á borðinum, men valið fall á Sävehof, tá hondbóltsyrkisleiðin skuldi roynast.

 Hetta var eitt gott stað at koma til, og eg visti, at venjarin her var góður. Og tá eg vitjaði felagið, sá eg, at felagið hevði neyðugu umstøðurnar, sigur Elias á Skipagøtu.

Og í Sävehof eru tey greið yvir, at tey hava fingið ein góðan hondbóltsspælara.

 Hann hevur fleiri eginleikar, sum ein ikki kann venja seg til. Hetta við at sleppa bóltinum í røttu løtu. Tað dugir Elias. Harafturat skjýtur hann við báðum hondum, hann er skjótur, og hóast hann kanska ikki er so stórur, er hann sterkur, sigur ítróttarstjórin í Sävehof, Emil Berggren.

 Hví skal Elias ikki kunna gerast heimsins besti hondbóltsspælari, spyr Emil Berggren.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948