Spøkilsismál gav javnleik

Spøkilsismál gav javnleik
Neistin vann sær eitt stig móti VÍF við javnleiki 35-35. Sjónbandaupptøkur vísa tó, at eitt skot, sum fór við síðuna av, er skrásett sum mál
12.10.2020 - 10:11

Tá dysturin millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í gjár var liðugur, vísti máltalvan javnleik, 35 - 35.

Men alt bendir á, at Neistin hevur fingið eitt mál ov nógv frá dómaraborðinum, tí sjónbandatilfar vísir, at Neistin skorar 'bara' 34 mál. 

Tá níggju minuttir eru eftir at spæla, kemur steðgur í dystin. Støðan er tá 28-30.

Ein uppteljing verður síðan gjørd, og støðan verður rættað til 29-30. Neistin fær sostatt eitt mál afturat.

Skot við síðuna av

Sambært dómaraseðlinum minkar Jónsvein Dulavík um munin til 24 - 26, tá 15 minuttir eru spældir í seinna hálvleiki, men upptøkurnar hjá Kringvarpinum vísa, at sami Jónsvein Dulavík onki mál fær í dystinum.

Málið, sum hann verður skrásettur fyri, kemur í 15. minutti í seinna hálvleiki, men tá fer bólturin við síðuna av.

Venjarin hjá VÍF fegnast um avrikið hjá sínum spælarum og finst samstundis hvassliga at dómarastiginum. 

Teir hava ikki tamarhald á dystinum. Mínir spælarar hava vant sera væl seinastu tíðina, og so møta teir hesum. Tað er sera óheppið, sigur John Larsen, venjari hjá VÍF.

Rasmus Søby hjá Neistanum sigur seg ikki sakna málið, sum verður lagt afturat, tá støðan verður broytt frá 28 - 30 til 29 - 30.

Í mínum høvdi var støðan 28 - 30, sigur royndi Neistaspælarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948