- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuverkið skal sjálvt greina kanningar
Heilsuverkið skal sjálvt greina kanningar
Heilsuverkið skal fáa tey tól og tað fígging, sum skal til fyri at greina koronukanningar sjálvi, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
11.08.2020 - 19:20
Tað skal ikki vera neyðugt hjá heilsuverkinum at fara sær út um almenna geiran at fáa koronukanningar greinaðar.
Tað sigur landsstýrismaðurin í heilsmálum, Kaj Leo Holm Johannesen. Ein nýggj tilbúgvingarlóg verður løgd fyri tingið í heyst.
Tá skal alt økð endurskoðast og ein nýggj tilbúgvingarskipan gerast. Eisini við støði í tí, sum myndugleikarnir hava lært av koronufarsóttini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV