- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eigur at bera til at finna fýra milliónir
Tað kemur ikki upp á tal at skarva túrar av ferðaætlanini, ella at siga starvsfólk upp.
Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Strandferðslan hevur boðað frá, at neyðugt verður at seta sparitiltøk í verk, tí fýra milliónir kr. vanta í.
Landsstýrismaðurin var gestur í Degi og Viku í kvøld.
Hann sigur, at fíggjarætlanin hjá Strandferðsluni er 165 milliónir kr. um árið, og tað má bera til at spara fýra milliónir í fíggjarætlanini, um tað ikki eydnast at fáa eina eykajáttan gjøgnum politisku skipanina.
Skal sparast, skulu sparingarnar fremjast saman við Samferðslumálaráðnum, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir aftur, at hann hevur tikið leiðsluna á Strandferðsluni av ræði.