Kyndil er føroyameistari

Kyndil er føroyameistari
Kyndil vann í sera spennandi finalu á VÍF í Vestmanna
28.04.2019 - 20:41

Kyndil er aftur føroyameistari. Tær vunnu í kvøld 26-29 á VÍF eftir longda leiktíð.

Hóast finalan ikki fer í søguni sum hin best spælda, so hevði hon allan tann spenningin, sum man kann ynskja sær frá einari finalu.

Kyndil var á odda frá byrjan, men í allarsíðsta sekundi eydnaðist tað VÍF at javna til 23-23 í vanligu leiktíðini.

Í longdu leiktíðini legði Kyndil beinanvegin lunnar undir FM-sigurin.

Tær løgdu seg beinanvegin á odda við tveimum málum, og tað eydnaðist ongantíð VÍF at veruliga svara aftur.

Hetta var serliga takkað verið málverjanum hjá Kyndli, Jovana Stranjanac, sum spældi ein sera góðan dyst við nógvum góðum bjargingum.

Tá FM-sigurin var komin í hús var stór frøði í grønu kyndilsleguni. Sí sjónvarpsmyndirnar omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947