Glasir sleppur ikki at hava tøknibreyt

Glasir sleppur ikki at hava tøknibreyt
Fyri fjórðu ferð hevur rektarin fingið noktandi svar frá Mentamálaráðnum
12.02.2019 - 19:55

Næmingar í sunnara parti av landinum eiga at sleppa at ganga á tøknibreyt í Havn.

Tað heldur rektarin á Glasi, sum fýra ferðir hevur søkt Mentamálaráðið um at stovna eina slíka breyt á skúlanum.

Og fyri fjórðu ferð hevur hann fingið noktandi svar, hóast játtanin til Glasir eisini røkkur til eina tøknibreyt.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum í løtuni umsitur mentamál, sigur, at hann kennir so lítið til málið, at hann hevur onga viðmerking í løtuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109