At danir ógildaðu avtalu fekk ilt í Poul Michelsen

At danir ógildaðu avtalu fekk ilt í Poul Michelsen
At danska uttanríkisráðið vendi sær til Íslands at ógilda Útnorðuravtaluna fekk ilt í Poul Michelsen, landsstýrismann.
22.12.2017 - 19:40

Poul Michelsen,landsstýrismaður, var illur, tá hann skrivaði bræv til danska uttanríkisráðharran, eftir at danir ikki vildu góðtaka Útnorðuravtaluna, sum Føroyar, Grønland og Ísland gjørdu fyrr í ár - og seinni ógildaði somu avtalu.Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

30. november boðaði danska uttanríkisráðið Íslandi frá, at Útnorðuravtalan var ógildað, tí hon samsvarar ikki við føroysku heimildirnar. Viðurskiftini millum danir og føroyingar í málinum vóru eisini orsøk til, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, ikki fór á ráðstevnuna um Arktis í Keypmannahavn 1. desember, hóast hann har skuldi vera ein av vertunum.

Sjúrður Skaale var eisini gestur í sjónvarpsstovuni og greiddi frá málinum og hvat hann kann gera sum fólkatingsmaður.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948