Høvuðsstaðurin tyngir Landssjúkrahúsið

bannari
Høvuðsstaðurin tyngir Landssjúkrahúsið
Flestu liðugt viðgjørdu sjúklingar, sum eru á Landssjúkrahúsinum, hoyra til Tórshavnar kommunu
27.10.2016 - 20:56

Bíðilistarnir at fáa røktarpláss í Tórshavnar kommunu eru eisini ein byrða hjá Landssjúkrahúsinum. Støðan higartil í ár er verri enn undanfarin ár.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi hava eingir trupulleikar verið av liðugt viðgjørdum sjúklingum í ár.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi hava tey havt liðugt viðgjørdar sjúklingar í tilsamans 406 dagar. 70 prosent av teimum hoyra til norðoyaøkið.

Tríggir liðugt viðgjørdir sjúklingar, sum eru úr Tórshavnar kommunu, eru sendir av Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar.

Vit ætlaðu at tosa við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, hvussu kommunan raðfestir eldraøkið, men tað hevur ikki eydnast at fáa svar frá Heðini Mortensen í dag. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109