- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Álitisfólk viðgera semingsuppskotið
Sí myndirnar: Álitisfólk viðgera semingsuppskotið
Partarnir í sáttmálatrætuni skulu svara semingsmonnunum klokkan 13.
13.01.2022 - 11:21
Klokkan 10 fyrrapartin fóru álitisfólk hjá Starvsfelagnum á fund í Smæruni í Havn at viðgera semingsuppskotið, sum semingsmenninir løgdu fyri Starvsfelagið, Lønardeildina og Kommunala arbeiðsgevarafelagið seinnapartin í gjár.
Nógv álitisfólk møttu, og tey,sum ikki kundu møta í Smæruni, fylgdu við fundinum á netinum. Tey vóru eini 30 í tali.
Semingsstovnurin hevur givið pørtunum freist til klokkan 13 at svara semingsuppskotinum.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar í Smæruni fyrrapartin.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
|