- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trýst á íslendsku stjórnina í uttanríkismálum

Uttanríkisráðharrarnir í Nato vóru fríggjadagin á fundi í Brússel í sambandi við, at limalondini í verjusamgonguni skulu hækka sínar játtanir til verju.
Fundurin kemur í kjalarvørrinum á alheims politisku støðuni, og at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur heitt á londini í ES um at styrkja og játta meira pening til evropisku verjuna.
Íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, viðgongur, at trýst er á íslendsku stjórnina.
Í samrøðu við íslendska kringvarpið RÚV, vísir hon á, at meðan fleiri tjóðir viðurkenna uttanveltaðu støðuna hjá Íslandi, verður nú bíðað eftir, at Ísland letur meira til verju.
- Aðrar tjóðir skilja væl, at vit eru eitt land við ongum heri, og tað ætla við framhaldandi at vera. Men hinvegin eru vit noydd at gera meira. Og vit taka nú stig á hesi leiðini. Tað verður kurteisliga víst okkum á, at vit eru millum ríkastu lond í Evropa, og at vit áttu at verið før fyri at gjørt meira. Tað gera vit nú, og eg fegnist um, at vit hava tikið stigið, sigur Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, uttanríkisráðharri, við íslendska kringvarpið.