- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjýtur upp at bjóða Kanada limaskap í ES
Skjýtur upp at bjóða Kanada limaskap í ES
Fyrrverandi týskur uttanríkisráðharri heldur, at eitt slíkt stig fer at forða royndini hjá Trump at sameina Kanada við USA

Sigmar Gabriel er fyrrverandi týskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Shutterstock.com
07.04.2025 - 08:35
Fyrrverandi týski uttanríkisráðharrin, Sigmar Gabriel, úr SPD-flokkinum skjýtur upp at bjóða Kanada limaskap í ES.
- Kanska ikki fullgildugan limur sum øll onnur, men sum partvísur limur, sigur Sigmar Gabriel við blaðið Zeit.
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin leggur dent á, at Kanada í roynd og veru er meira evropiskt enn summi evropisk limalond.
Sambært Sigmar Gabriel, fer tað at forða royndini hjá Donald Trump forseta at 'sameina Kanada' við USA.
Trump hevur áður umrøtt Kanada sum 51-instjúgunda statin í USA.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV