- Tíðindi, mentan og ítróttur
Netanyahu vitjar Trump í dag

Ísraelski forsætisráðharrin fer í dag vitja í Hvítu húsunum í Washington.
Benjamin Netanyahu er fyrsti stjórnarleiðari, sum vitjar Trump, eftir at hann kunngjørdi nýggja tollin.
Sambært ísraelska forsætisráðharranum skulu teir tosa um ísraelsku gíslarnar í Gasageiranum, boðini frá Altjóða revsidómstólinum ICC, um at handtaka Netanyahu, og eisini um tollspurningin.
USA er tættast sameindi hjá Ísrael, men Ísrael slapp kortini ikki undan nýggja tollinum á vørur, sum verða innfluttar til USA.
17 prosent
Eftir ætlan verður amerikanski revsitollurin á ísraelska vørur 17 prosent, og hann kemur í gildi mikudagin.
Netanyahu vitjaði eisini í Washington í februar mánaði.
Tá segði Trump, at USA skuldi havt eftirlitið við Gasagerianum fyri at menna økið.
Palestinar, sum búgva í økinum, skulu, sambært ætlanini hjá Trump, flyta til onnur lond.