
- Tíðindi, mentan og ítróttur
FC Hoyvík tekur U17-dreingjaliðið úr kappingum eftir ósømiligan atburð
FC Hoyvík tekur U17-dreingjaliðið úr kappingum eftir ósømiligan atburð
- Eitt ógvisligt, men neyðugt stig at taka, sigur Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík, sum ikki góðtekur, at ein hjálpardómar var sligin undir einum U17-dysti

Venjingardysturin móti B71 mikukvøldið endaði við roki, har ein hjálpardómari bleiv sligin. (Savnsmynd: FSF)
28.03.2025 - 14:40
FC Hoyvík tekur U17-dreingjaliðið úr øllum kappingum hjá Fótbóltssambandinum.
Fótbóltsfelagið í Hoyvík góðtekur ikki ósømiliga atburðin, sum U17-liðið vísti í venjingardysti móti B71 mikukvøldið, sum endaði við roki, har ein hjálpardómari bleiv sligin.
- Eitt ógvisligt, men neyðugt stig at taka, sigur Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík.
28032025_FCHoyvik
Fróði Danielsen (Mynd av Facebook-vanga)
Fótbóltssambandið hevur fingið eina frágreiðing frá Hanusi Johannesen, dómara, og fer nú at viðgera málið, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari.
Málið er sent Aga- og etisku nevnd í Fótbóltssambandinum at taka støðu til, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV