
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimansett børn enda á stovni heldur enn hjá fosturfamilju

Fleiri og fleiri børn, sum eru sett heiman, enda á stovni heldur enn hjá fosturfamilju.
- Gongdin er púra skeiv, tí hjá barninum er nógv betri at koma í tryggar karmar hjá eini fosturfamilju.
Tað sigur Annlis Bjarkhamar, forkvinna í Fosturforeldrafelagnum.
Nevndin í Fosturforeldrafelagnum.
Felagið vil hava 20 ára gomlu fosturforeldraskipanina eftirmetta. Serliga vilja tey hava styrkt fosturforeldrini, so tey fáa betri førleikar at vera um børn, sum hava avbjóðingar.
Hagtøl frá Barnaverndarstovuni vísa, at í 2022 búðu 80 prosent av børnum hjá fosturfamiljum, meðan 20 prosent vóru á stovnum.
Árið eftir, í 2023, vóru 70 prosent av børnum hjá fosturfamiljum, meðan 30 prosent búðu á stovnum.
Seinastu 10 árini hevur Annlis Bjarkhamar havt trý børn til fosturs.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: