- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tyrla eftir skaddum manni

Í gjáramorgunin var tyrla eftir einum manni, sum hevði fingið skaða á útlendskum farmaskipi.
Skipið var 150 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum.
Tyrlan fleyg skadda mannin á Landssjúkrahúsið. Maðurin hevði brotið armin.
Skipið, sum er skrásett í Hong Kong, er á veg suðureftir, úr Murmansk til Istanbul.
Tyrlan brúkti ein tíma hvønn vegin.
Bíðað var við at fara úr Føroyum til skipið var komið so langt suður, 110 fjórðingar úr Føroyum, at tyrlan hevði brennievni til drúgvu ferðina.
Skipið er so stórt, 225 metrar langt, at tað hevur tyrlupall, so tyrlan fekk sett seg á skipið.
Skiparin á farmaskipinum rósti eftir hendingina við stórum orðum manningini á Sámali, tyrluni hjá Atlantic Helicopters.
Um støddina hjá farmaskipinum kann samanbering gerast við Norrønu, sum er góðar 165 metrar long.