- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Annarhvør gavst at lesa á Setrinum
Á Breddanum: Annarhvør gavst at lesa á Setrinum
2.400 fóru undir bachelor-lestur á Fróðskaparsetrinum frá 2010 til 2020, og 1.277 fingu prógv

Breddin varpar í dag ljós á, hví so nógv gevast við lestrinum á Fróðskaparsetrinum.
27.03.2025 - 08:24
Umleið annarhvør lesandi, sum byrjaði ein bachelor á Setrinum í árunum 2010 til 2020, fekk ongantíð prógv.
Tey góvust at lesa.
Tað vísa hagtøl hjá Setrinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.
2.400 fóru undir bachelor-lestur hesi árini. 1.277 hava fingið prógv, ella 53 prosent.
Hví gevast so nógv við lestrinum, hvussu kann bøtast um støðuna, og hvussu síggja tølini út í grannalondunum.
Í sendingini í dag verður ljós varpað á málið.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV