- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna framvegis at skipa breiða samgongu í Grønlandi

Samráðingarnar um at skipa samgongu í Grønlandi halda fram.
Atassut er framvegis við í samráðingunum.
Demokratit og Atassut hava tosað um ynski og krøv.
Flokkarnir hava tó ikki meiriluta, og tí er neyðugt at fáa annaðhvørt Inuit Ataqatigiit ella Siumut, ella báðar flokkarnar, við í samgongu fyri at fáa meirlutan.
Vilja hava breiða samgongu
Demokratarnir siga seg vilja hava breiða samgongu, og tað vil Atassut eisini.
Atassut vísirr á stóra áhugan hjá USA fyri Grønlandi, og at amerikanski varafosetin kemur á vitjan.
- Við ymisku atgerðunum hjá USA meta vit tað vera avgerandi, at so nógvir flokkar sum gjørligt standa saman um at verja okkara land, og at vit raðfesta, at vit hava samsvarandi boðskapir, sigur Aqqalu Jerimiassen, formaður í Attasut.
Forkvinnan í Siumut, Vivian Motzfeldt, váttaði í gjárkvøldið fyri grønlendska kringvarpinum, at flokkurin framvegis er við í samráðingunum.