Fegnast um at amerikanarar hava broytt ferðaætlan í Grønlandi

Fegnast um at amerikanarar hava broytt ferðaætlan í Grønlandi
Hetta er jaligt, sigur danski uttanríkisráðharrin, og ábyrgdarblaðstjórin á Sermitsiaq heldur, at hetta eru góð tíðindi
Nú er greitt, at amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, eisini verður við í ferðalagnum til Grønlands.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.03.2025 - 13:37

Stórar broytingar eru gjørdar í skránni fyri amerikonsku vitjanina í Grønlandi í vikuni. 

Nú hevur amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, boðað frá, at hann fer við konu síni til Grønlands, men farið verður ikki til Nuuk og Sisimiut sum ætlað, men til amerikonsku Pittuffik hernaðarstøðina har norðuri í Grønlandi. Og vitjanini Nuuk og Sisimiut er avlýst. 

 

Lars Løkke Rasmussen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Masaana Egede.

 

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sigur, at tað er jaligt, at ferðaætlanin er broytt. Masaana Egede, ábyrgdarblaðstjóri á Seritsiaq, sigur, at hetta eru góð tíðindi í Grønlandi. 

Men politiski greinarin hjá danska TV2, Ask Rostrup. er ikki so jaligur.

- Hetta minnir meira um politiska innrás, sigur hann.

- Eg vil eisini uppliva stuttleikan at koma til Grønlands, segði J.D.Vance, varaforseti í gjárkvøldið, okkara tíð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Amerikansk_vitjan_i_GR

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 29. mars
Vikan 29. mars 2025
189994
Leygardag 29. mars
Upp á tá - 280325
189990
Leygardag 29. mars
Morgunlestur leygardagur 29.mars 2025
189736
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948
Fríggjadag 28. mars
Veðrið
189965
Fríggjadag 28. mars
Brotið - teknmálstulkað
189963