Adam Marušic: Trý týðandi stig fyri okkum

Adam Marušic: Trý týðandi stig fyri okkum
Talan var um torføran dyst, viðgekk bakkurin hjá Montenegro, Adam Marušic, sum var væl nøgdur við sigurin og trý týðandi stig
25.03.2025 - 22:16

Dysturin ímóti Føroyum var torførur, segði bakkurin Adam Marušić, sum spælir við italska felagnum Lazio.

Montenegro hevði fyrireika seg upp á at spæla ímóti 5-4-1 skipanini hjá Føroyum, men tað gekk striltið at skapa kjansir, og leingi sá út til, at liðini fóru at fáa eitt stig í part.

 - Eg trúði upp á tað heilt til endans, og so hendi tað, sum hendi. Vit skoraðu í síðsta minutti, segði Adam Marušić.

Sigurin var sera týdningarmikil fyri okkum, og vit mugu halda fram á sama hátt, segði Lazio-bakkurin, sum gleðir seg at koma til Føroya til returdystin.

 - Tað verður eisini ein trupul dystur, og vit fáa at síggja, hvussu hann spælir av.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805