- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beiskur biti í Montenegro

Føroyar høvdu javnleikin á stokkinum, men mistu, tá Montenegro avgjørdi við allarseinasta sparkinum á Niksic City Stadion.
Teir seks minuttirnir, sum dómarin hevði lagt afturat, vóru nærum uppi, tá heimaliðið fekk lyft ein høgan bólt inn í føroyska brotsteigin. Ein nærdyst og eini tvær skotroyndir seinni fall bólturin fyri føturnar á Edvin Kuc, sum sendi hann í netið umvegis eitt føroyskt verjubein.
- Vit ruddaðu alt, men so var ein støða, har tað bleiv aftur og fram, og so fall hann til ein av teirra, segði vónbrotni landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein eftir dystin.
Málverjin Mattias Lamhauge og miðverjin Andrias Edmundsson iðraðu seg eftir beiska bitan, teir fingu serveraðan í yvirtíðini.
- Tað verður ikki nógv verri enn hetta, segði málverjin, sum stóð ein góðan dyst.
- Vit kundu komið heim við tveimum javnleikum ímóti tveimum sterkum liðum, men veruleikin er, at vit koma heim við null stigum.
- Eg trúgvi tí næstan ikki, segði Andrias Edmundsson.
- Vit gera nógv ordiliga gott, og so blaka vit alt í skrellispannina í síðstu sekundunum. Kenslan er ræðulig.
Versnaðu eftir steðgin
Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik eftir eitt hálvvánaligt fyrsta korter. Eftir hetta eydnaðist at hótta við deyðbóltum og einstøkum væl spældum álopsroyndum við Brandi Hendriksson Olsen sum dirigenti.
Ta bestu átti Petur Knudsen, tá Føroyar broderaðu seg allan vegin inn í brotsteigin hjá mótstøðuliðnum, men skotið fór framvið.
Júst Petur Knudsen varð tikin út saman við Hanusi Sørensen, og Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð komu inn í steðginum. Teir báðir komu ongantíð ordiliga til sín rætt, tí føroyska liðið fekk sjáldan fatur á bóltinum og bakkaði av tí sama longur aftur á vøllin.
Kortini sá tað sjáldan veruliga vandamikið út. Mattias Lamhauge hevði saman við miðverjuni tamarhald á tí mesta, sum kom nær føroyska málinum.
Men júst tá føroyingarnir mestsum høvdu sett stigið á bók, glapp tað av hendi. Teir á heimaliðnum vóru ovurfegnir; føroyska vónbrotið man sjáldan hava verið størri.
Niksic City Stadion (HM-undankapping 2. umfar)
Montenegro - Føroyar, 1-0 (0-0)
1-0 Edvin Kuc, 96 min.