Grønland aftur amerikanska vitjan

Grønland aftur amerikanska vitjan
Hvørki grønlendsk ella donsk almenn umboð eru sinnað at hava fundir við serliga trygdarráðgevan hjá amerikanska forsetanum ella konu varaforsetan, nú tey vitja Grønland.
Amerikanska varaforsetafrúan, Usha Vance, vitjar Grønland
Mynd: Alex Wroblewski/AFP  
 
23.03.2025 - 12:35

Grønlendingar fáa nú aftur vitjan av umboðum fyri Donald Trump forseta. Hesaferð vera tað Mike Waltz, serligi trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, og Usha Vance, kona varaforsetan, sum umboða Donald Trump í Grønlandi.

Hvítu húsini hava enn ikki váttað vitjanina, men DR veit at siga, amerikansk trygdarfólk koma til Nuuk longu í dag, og at vitjanin verður longu í vikuni.

DR veit eisini at siga, at USA hevur biðið um fund við almenn umboð bæði úr Grønlandi og Danmark, men at bæði Danmark og Grønland hava sýtt fyri hesum fundum.

Til hundasletukapping
Vivian Motzfeldt, sum er virkandi landsstýrisfólk í sjálvstýris- og uttanríkismálum, váttar fyri Jyllands Posten, at vitjanin verður.

Sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq, so skal Usha Vance til Sisimiut næsta vikuskifti, har hon skal vera áskoðari til stóru árligu hundasletukappingina, sum verður hildin har.

Blaðið skrivar, at hundasletukappingin í ár hevur fingið fíggjarligan stuðul júst úr USA. Stuðulin er latin um amerikanska konsulatið í Nuuk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV