FMA 2025: Gówa er ársins spíri

FMA 2025: Gówa er ársins spíri
Ársins tónleikaspíri farna árið er gówa, ið eisini vann Sement í 2024
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 20:08

2024 verður eitt ár, ið Anna Sofía Skoradal, sum framførir tónleik undir listanavninum gówa, seint gloymir. 

Í apríl í fjør vann gówa árligu Sement-tónleikakappinga, sum Tórsgøta í Havn skipar fyri. Tá hildu dómararnir, at gówa var "ein samlaður pakki" og tískil hevði uppiborið sigurin.

Við sigrinum fylgdi eisini tíð í upptøkuhøli, sum bleiv brúkt til at taka eina EP upp í Studio Bloch, áðrenn tað fór í søguna. 

Og nú er gówa eisini kosin ársins tónleikaspíri á FMA 2025-tiltakinum í Varpinum í Klaksvík.  

Gówa vann heiðurin ársins spíri í kapping við Ókendir, hettarher, Jólasoul og Simonu Paulu. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878