- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðulýsing: Ukraina í ferð við at missa sín størsta stuðul

Søguligur fundur
Eftir eitt harðligt kjak millum Zelensky, Donald Trump forseta og J.D Vance varaforseta har ukrainski forsetin millum annað var ákærdur fyri at seta heimsfriðin upp á spæl, er vónin um eina friðaravtalu millum Ukraina og Russland brostin.
Tað var eitt søguligt og heilt serligt samráðingarslit, sum heimurin upplivdi í dag, sigur Jakob Krogh, journalistur hjá danska Kringvarpinum í USA.
Ongantíð áður hevur ein amerikanskur forseti klandrast við ein annan stjórnarleiðara framman fyri rullandi myndatólum í ovalu skrivstovuni.
Broytt støða
Fundurin lýsti væl hvussu støðan hjá USA til Ukraina er broytt við nýggja forsetanum.
Seinastu vikurnar hevur Trump ljóða sum eitt ekkó úr Moskva. Eitt nú tá hann kallaði Zelensky fyri ein einaræðisharra, sigur Krogh.
Viðbrekna støðan millum londini bæði var ein av orsøkunum til at Zelensky sjálvur vildi hitta Trump, og skriva undir eina mineralavtalu.
Umframt hetta var ætlanin at tryggja fleiri vápn til Ukraina, og at leggja lunnar undir eina varandi friðaravtalu millum Ukraina og Russland.
Brostnar vónir
Vónin var, at støðan millum forsetarnar báðar fór at batna um teir hittust andlit til andlit.
Vónin brast tó tá klandur kom í og ukrainski forsetin var biðin um at fara áðrenn fundurin var liðugur. Ukraina er ikki til reiðar til frið, segði Donald Trump eftir fundin.
Hetta er ein gøla fyri Zelensky, Ukraina og alt Evropa, men Putin drekkur helst sjampanju í kvøld, sigur Jakob Krogh við danska Kringvarpið.
Evropa stúrir
Emanuel Macron, fanskur forseti vitjaði Washington 24. Februar og Keir Starmer vitjaði 27. Februar. Í Evropeiskum sjónarhorni vóru tær báðar vitjanirnar væleydnaðar.
Fundurin millum Zelensky og Trump tann 28. hevur harafturímóti verið orsøk til stúran um alt Evropa og ein røð av evropeiskum stjórnarleiðarum vísa nú sín stuðul til Volodymyr Zelensky.
Moskva frøðist
Í Moskva er støðan ein heilt onnur. – Hasin nasadjarvi grísurin hevur endiliga fingið ein ordiligan frammaná í ovalu skrivstovuni, sigur næstformaðurin í russiska verjumálaráðnum
Dmitry Medvedev, sambært The Economist, – Stjórnin í Kiev setur heimsfriðin upp á spæl, leggur hann aftrat.
Brostar vónir og tó
Í samrøðu við amerikanska miðilin Fox News eftir fundin, boðaði Volodomyr Zelensky frá, at hann framvegis trýr upp á at støðan millum hann og Trump kann bjargast.
Sambandið er ikki bert millum okkum forsetarnar, sigur hann, tað er millum tvey lond og tvey fólk. - Eg havi alla virðing fyri amerikanska forsetanum og fyri amerikanska fólkinum.
Hann leggur eisni dent á, at Ukraina framvegis hevur tørv á USA, og stuðuli frá Trump.
