- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindadeildin hjá KNR farin í verkfall
Tíðindadeildin hjá KNR farin í verkfall
Orsøkin til arbeiðssteðgin er ógvusligt arbeiðstrýst

16 tíðindafólk hjá grønlendska kringvarpinum eru farin í verkfall.
Mynd: Sermitsiaq
27.02.2025 - 09:13
Tíðindadeildin í grønlendska kringvarpinum er farin í verkfall.
Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar, at 16 fólk á tíðindadeildini eru farin í verkfall í dag.
Orsøkin til arbeiðssteðgin er ógvusligt arbeiðstrýst, verður sagt í fráboðan frá journalistunum.
Fleiri siga seg úr starvi ella verða sjúkrameldað við strongd, og tað ger, at restin av starvsfólkunum má átaka sær ein nógv størri part av framleiðsluni, verður sagt í fráboðanini.
Starvsfólkini siga, at tað í løtuni eru fýra fólk í føstum starvi, sum skulu gera arbeiðið hjá 12 fólkum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV