
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiska støðan ger, at sagnir, kvæði og ævintýr aftur eru aktuell
Politiska støðan ger, at sagnir, kvæði og ævintýr aftur eru aktuell
Rithøvundar úr Norðurlondum og Skotlandi eru við á nýggja bókmentafestivalinum, sum byrjaði í gjár, og endar leygardagin

27.02.2025 - 13:31
Sagnir, kvæði og ævintýr, sum viðgera atburðin hjá harðrendum fólkum og trøllum, eru aftur aktuell, orsakað av politisku støðuni í heiminum.
Tað sigur Kim Simonsen,rithøvundur.
Hann skipar í hesum døgum fyri einum nýggjum føroyskum bókmentafestivali - Faroese International Literary Festival.
Kim Simonsen.
Á festivalinum fyllir sambandið millum menniskja og náttúruna og avleiðingar av veðurlagsbroytingum nógv.
Rithøvundar úr Norðurlondum og Skotlandi eru við á festivalinum, sum byrjaði í gjár, og endar leygardagin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
27022025_Bokmentafestivalur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV