Fleyg heim frá próvtøku at spæla landsdyst

Fleyg heim frá próvtøku at spæla landsdyst
KVINNUR Í ÍTRÓTTI: Tað kann vera sera avbjóðandi at íðka ítrótt á elitustigi og taka hægri útbúgving, men tað ber til
Rennarin Oddvør Josephsen og fyrrverandi fótbóltsspælarin Olga Kristina Hansen
Mynd: Eyðvør Klakstein  
 
25.02.2025 - 10:00

Tað er krevjandi at vera elituítróttarfólk og samstundis taka hægri útbúgving, men við góðum vilja og neyvari tilrættalegging ber tað til.
Olga Kristina Olsen spældi fótbólt á landsliðsstigi, samstundis sum hon las til lækna. Og hon gjørdi nógv fyri at fáa tað at bera til. Fyri nøkrum árum síðani var hon til próvtøku í Danmark, fleyg heim til Føroya á miðjum degi og spældi landsdyst á Tórsvølli um kvøldið.
– Tú kanst meira, enn tú heldur, men tú kanst ikki alt. Gert tú nøkur val, gert tú eisini nøkur frával. Tað ber til at íðka ítrótt og taka hægri útbúgving, men so kanst tú ikki so nógv annað, sigur Olga Kristina Hansen. 
Oddvør Josephsen, sum lesur til lærara í Aalborg í Danmark, íðkar frælsan ítrótt. Hon er rennari og er partur av Nordjysk Elitesport, sum hjálpir fólki við at fáa elituítrótt og útbúgving at spæla saman.
– Læraraútbúgvingin passar væl saman við frælsa ítróttinum, men um eg onkuntíð havi undirvísing, tá ið eg skal venja ella luttaka í kapping, so hjálpir Nordjysk Elitesport mær við at fáa loyvda fráveru, sigur hon. 
Í triðja parti av poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti verður tosað um elituítrótt og hægri útbúgving. Sendingin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. mars
Morgunlestur fríggjadagur 28.mars 2025
189735
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777