Oyggjaleikir krevja umvælingar og nýgerðir

Oyggjaleikir krevja umvælingar og nýgerðir
Gundadalshøllin í Havn er í ringum standi, og ábendingar eru um, at rennibreytin frá 2008 er slitin
Gundadalshøllin er í ringum standi.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
27.02.2025 - 08:04

Tórshavnar kommuna sigur, at Oyggjaleikirnir í 2027 fara at kosta henni pengar til umvælingar og nýgerðir.

Gundadalshøllin er í ringum standi. Og ábendingar eru um, at rennibreytin, sum er frá 2008, er slitin.

Tveir tennisvøllir eru í Gundadali, men kravið er, at tríggir vøllir skulu vera.

Flestu hallirnar eru sera nógv brúktar og slit sæst á teimum. 

Tí má nøktandi orka setast av til viðlíkahaldsarbeiði, so hallirnar eru nossligar, tá ið oyggjaleikirnir vera, sigur kommunan.

Í fyrsta umfari skal býráðið lata eina millión krónur í eykajáttan til at samskipa arbeiðini saman við teimum, sum varða av Oyggjaleikunum, og til ráðgeving. 

Fyrra viðgerðin verður á býráðsfundinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791