Ítróttur gevur orku í gerandisdegnum

Ítróttur gevur orku í gerandisdegnum
KVINNUR Í ÍTRÓTTI: Tað krevur planlegging at fáa gerandisdag við ítrótti og miðnámsskúla at ganga upp, og tað er ikki altíð pláss til at vera spontan
Flogbóltsspælarin Dagmar Djónadóttir, fótbóltsspælarin Fanni Kata Turi og bogaskjúttin Helena við Misá.
Mynd: Eyðvør Klakstein  
 
18.02.2025 - 10:00

Bogaskjúttin Helena við Misá, flogbóltsspælarin Dagmar Djónadóttir og fótbóltsspælarin Fanni Kata Turi ganga á miðnámsskúla og íðka ítrótt.
Tað krevur, at tær leggja sær gerandisdagin væl til rættis fyri at fáa tað at bera til.
Kanning, sum Idrættens Analyseinstitut gjørdi fyri Fólkaheilsuráðið í 2022, vísti, at í aldursbólkinum 13-15 ár vóru 69 prosent av gentum virknar í ítrótti, men í aldursbólkinum 16-18 – sum er vanligur miðnámsskúlaaldur – vóru bert 43 prosent av gentum virknar.
– Eg má planleggja gerandisdagin væl, hóast tað ikki altíð er lætt, og tað kann vera avbjóðandi, um okkurt verður broytt, ella okkurt kemur í síðstu løtu, tí tað er ikki altíð pláss at vera spontan, sigur Dagmar Djónadóttir, sum spælir flogbólt við Drátti og gongur á Miðnámi í Vestmanna.  
– Ítróttur er blivin ein partur av gerandisdegnum hjá mær, og ítróttur gevur mær orku, sigur hon.
Annar partur av poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti snýr seg um ítrótt og miðnámsskúla. Helena við Miðsá, Dagmar Djónadóttir og Fanni Kata Turi greiða frá. Sendingin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. mars
Morgunlestur fríggjadagur 28.mars 2025
189735
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Hósdag 27. mars
Andarblak - 27. mars 2025
189909
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898
Hósdag 27. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Mikudag 26. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189808
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777