- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann vera møtimikið at fáa heilsutrygdargjald aftur

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um afturrindan av heilsutrygdargjaldi.
Men fólk mugu sjálvi søkja um afturberingina, og tað kann vera møtimikið.
Antares, sum er áhugafelagið hjá útisiglarum, sigur, at av tí at afturrindanin frá Heilsutrygd skal mótroknast einum skattafrádrátti, sum hesi somu fólk hava fingið síðan 2012, sleppur Heilsutrygd undan at rinda nakað aftur kortini.
Ov stutt freist
Aðrar atfinningar móti uppskotinum eru millum annað, at tíðarfreistin at søkja um afturrindan er stutt, og at tíðarskeiðið, sum afturgjaldið fevnir um, gongur ikki nóg langt aftur.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at TAKS hevur víst á, at hetta er ikki sum at viðgera eina vanliga skattauppgerð. Í hesum førinum skal TAKS viðgera umsóknir um eitt endurgjald, sum allir føroyingar gjalda. Tí er tað týdningarmikið, at alt verður skjalprógvað, soleiðis at fólk fáa tað, sum tey hava rætt til.
Hon spyr, um tað er rættvíst, bæði at fáa skattadrátt og at sleppa undan heilsutrygdargjaldi.
Sí innslag í Degi og Viku:
