Friðarsamráðingar: Lavrov er á veg til Saudiarabia

Friðarsamráðingar: Lavrov er á veg til Saudiarabia
Russiski uttanríkisráðharrin fer at hitta umboð fyri USA í morgin
Sergej Lavrov er russiskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.02.2025 - 11:35

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, og Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá Putin, forseta, fara í dag til Saudiarabia.

Í morgin fara teir báðir at hitta umboð fyri USA, sum eisini eru í Saudiarabia.

Tað upplýsir talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, fyri Reuters.

Peskov vil tó einki siga, um russiski forsetin og amerikanski starvsbróðirin, Donald Trump, fara at hittast seinni í mánaðinum. 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sum um vikuskiftið var í Ísrael, er komin til Saudiarabia í dag. 

Sergej Lavrov sigur við AP-tíðindastovuna, at Evropa hevur einki at gera við samráðingarborðið:

 

Lavrov

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859