Úti við 350 kirkjutænarar og kirkjuráðslimir savnast á Hotel Føroyum

Úti við 350 kirkjutænarar og kirkjuráðslimir savnast á Hotel Føroyum
Tað hevur týdning at kirkjutænarar, kirkjuráðslimir og prestar fáa høvið at hittast á hendan hátt, sigur Ovi Brim, próstur, ið heldur at talan er um ein serligan hátíðardag
 
14.01.2025 - 11:15

Skráin fyri Stórfundin á Hotel Føroyum er bæði fjølbroytt og spennandi, og nógvir forvitnisligir fyrilestrar eru á skránni.

Fyrrapartin fer Katrin E. L. Jacobsen, ritstjóri, at halda ein fyrilestur við heitinum "Nýggja bíbliutýðingin - hvar bleiv hon av"? Henni á baki verður tað Prestafelagið, ið fær orðið, og tað verður við Steintóru E. Joensen, forkvinnu. Og "Presturin við ongum faddrum" eitur fyrilesturin hjá Mariu Summers Nolsøe, sóknarpresti.

Aftaná døgurða fer Heri Joensen, sóknarprestur, at halda ein fyrilestur, ið hann nevnir "Her møtast allir vegir". Og síðani er yvirskriftin "Kirkjan, bygnaður og mál", og tað verður við Ova Brim, prósti, og Jógvani Fríðriksson, biskupi.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946