Hámarkið í barsilsstuðlinum verður nú prístalsjavnað hvørt ár

Hámarkið í barsilsstuðlinum verður nú prístalsjavnað hvørt ár
Prístalsjavningin av barsilsstuðlinum er bara ein av fleiri broytingum í barsilslógini, sum komu frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, í løgtingið í gjár
Savnsmynd
 
19.12.2024 - 10:11

Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, bar fleiri broytingar í barsilslógini í løgtingið í gjár. 

Hámarkið í barsilsstuðlinum verður nú prístalsjavnað hvørt ár.

Broytingin skal tryggja, at størsta útgjald úr barsilsskipanini samsvarar við prís- og lønarvøksturin.

 

Betri umstøður at ættleiða

Foreldur, sum ættleiða barn, fáa rætt til barsilsfarloyvi samstundis í fýra vikur afturat teimum fýra vikunum sambært galdandi lóggávu. 

Tey fáa tí rætt til barsilsfarloyvi samstundis í átta vikur.

Ein broyting gevur faðiri ella sammóður rætt til 28 vikur, tá tvey ella fleiri børn eru í sama barnsburði.

Foreldur, sum ættleiða tvey ella fleiri børn í senn, fáa rætt til barsilsfarloyvi í 28 vikur samstundis. 

 

Støk kunnu lata umsogarnarfólk barsilsfarloyvi

Støk foreldur,  sum fáa tvey ella fleiri børn, kunnu lata einum umsorganarfólki 28 vikur í barsilsfarloyvi, sum kunnu nýtast meðan foreldrið er í barsilsfarloyvi.

Og, tá móðir ella barn vera innløgd innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, fáa foreldrini møguleika at leingja barsilsfarloyvið við tí tíðarskeiði, barnið er innlagt. 

Haraftat fáa tey, sum fáa barn fyribils staðsett, rætt til barsilsfarloyvi eftir somu treytum, sum foreldur, sum ættleiða.

Broytingarnar í barsilslógini skulu koma í gildi 1. mai næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Tvey velja páskakórtónleik - 190425
190865
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835