Jákup Jacobsen farin um sýn

Jákup Jacobsen farin um sýn
Ein av fremstu vinnulívsmonnum í Føroyum, Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Dunga Jákup, andaðist fríggjadagin, 78 ára gamal. Hann fer til gravar í dag
 
17.12.2024 - 06:00

Fríggjadagin andaðist Jákup Jacobsen úr Syðrugøtu, sum á mannamunni varð róptu Dunga Jákup, 78 ára gamal. 

Jákup Jacobsen var sjálvur annar við til at stovna reiðaríið Varðan, saman við Tummasi Thomsen, afturi í 1985.

Fyrsta skipið hjá Varðanum var Tróndur í Gøtu, sum fór fyrsta túrin í januar 1987.

Varðin er í dag størsta reiðarí í Føroyum. Felagið eigur fýra uppsjóvarskip, bróðurpartin av uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, umframt at reiðaríið hevur fleiri skip í heimaflotanum.

 

Útbúgvin byggikonstruktørur

Jákup Jacobsen var útbúgvin byggikonstruktørur, og miðskeiðis í sjeytiárunum stovnaði hann Gøtu Byggivirki, ið hann rak, til hann fór inn í fiskivinnuna.

Jákup Jacobsen var stjóri í Varðanum í 35 ár, til hann legði frá sær fyri aldur 1. august í 2020. Tá tók sonurin, Bogi Jacobsen, við sum stjóri í samtakinum.

Fyrr í ár bleiv Jákup Jacobsen álvarsliga sjúkur, og hann kom ikki fyri seg aftur.

Hann verður lýstur sum ein róligur, og eisini skemtingarsamur, maður. Hóast hann stóð á odda fyri størsta reiðarínum í landinum, so var hann lítillátin í almenna rúminum. 

Jákup Jacobsen fer til gravar úr Gøtu kirkju, klokkan eitt í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233