Stuðulsupphæddir hækka

Stuðulsupphæddir hækka
Upphæddirnar til lestrarstuðul og samsýning til fosturforeldur hækka 3,6 prosent á nýggjárinum
 
15.12.2024 - 10:27

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í kunngerð lýst hækkingar í upphæddum í sambandi við lestrarstuðul og samsýning til fosturforeldur. Allar upphæddir hækka við 3,6 prosent frá 1. januar 2025.

Fyri lestrarstuðulin merkir hetta til dømis, at tey, sum lesa hægri lestur, nú fáa 5.139 krónur um mánaðin í mun til 4.960 krónur, sum tey fingu frammanundan.

Og samsýningin til fosturforeldur, sum hevur verið 128,77 krónur um samdøgrið, hækkar upp í 133,40 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Tvey velja páskakórtónleik - 190425
190865
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835