Vilja ikki gera viðmerkingar til nýggja staðseting

Vilja ikki gera viðmerkingar til nýggja staðseting
Á seinasta fundi í hesi setuni samtykti fráfarandi býráðið í Havn, at onnur staðseting enn eystara havnarøki skal finnast til Tjóðleikhúsið
Nú er greitt, at nýggja Tjóðleikhúsið verður ikki bygt á Eystaru bryggju í Havn.
 
13.12.2024 - 13:15

Tjóðleikhúsið skal ikki byggjast á Eystaru bryggju í Havn.

Ta niðurstøðuna kom Tórshavnar Býráð til á seinasta býráðsfundinum í hesari setuni, sum varð hildin í gjárkvøldið.

Á fundinum skuldi býráðið taka støðu til eitt uppskot frá Kára Johansen, sum er formaður í havnarnevndini, har hann legði upp til at finna eina nýggja staðseting til Tjóðleikhúsið enn á eystara havnarøki.

Tórshavnar býráð samtykti annars tann 24. februar 2022 einmælt, at Tjóðleikhúsið skuldi byggjast á Eystaru bryggju, og  hetta var eisini í samsvari við tað, sum arkitektarnir mæltu til í kappingini, sum skipað varð fyri í samband við nýggja leikhúsið.

Síðani hava ymsir partar, millum annað havnarmyndugleikarnir í Havn, róð framundir, at Eystara bryggja ikki er rætta staðið at byggja nýggja Tjóðleikhúsið. Og í gjárkvøldið samtykti fráfarandi býráðið uppskotið frá Kára Johansen, um at finna aðra staðseting.

 

Kári Johansen átti uppskotið, sum býráðið samtykti í gjárkvøldið.

 

Sjey atkvøður fyri

Sjey býráðslimir atkvøddu fyri uppskotinum:  Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Súsanna Olsen og Birgir Nielsen, meðan nýggi borgarstjórin, Elsa Berg, atkvøddi ímóti uppskotinum, saman við Jákupi Dam, Anniku Olsen og Gunnvør Balle.

Kringvarpið hevur fyrrapartin roynt at fáa eina viðmerking frá Elsu Berg, men komandi borgarstjórin hevur onga viðmerking til málið. Í gjárkvøldið skeyt hon tó upp at beina málið aftur í nevnd, men tað uppskotið fall.

 

Elsa Berg verður borgarstjóri í Tórshavnar kommunu á nýggjárinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fer atr taka málið upp

Kringvarpið hevur eisini roynt at fáa fatur á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við mentamálum, men heldur ikki hon hevur hug at siga nakað. Í sms-boðum sigur hon tó, at hon fer at taka málið upp við nýggja býráðið, sum tekur við á nýggjárinum.

Kringvarpið hevur eisini tosað við Rønn Eliasen, sum er forkvinna í Leiklistaráðnum, sum í løtuni arbeiðir við at seta nýggjan stjóra til Tjóðpall Føroya. Men heldur ikki Rønn Eliasen hevur hug  at gera viðmerkingar til málið í løtuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792