Nú er undirskotið 120 milliónir

Nú er undirskotið 120 milliónir
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 hevur 120 milliónir krónur í halli, nú tað er komið úr fíggjarnevndini hjá løgtinginum
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum
 
13.12.2024 - 18:13

Hallið næsta ár verður harvið 37 milliónir krónur meira enn í fíggjarlógaruppskotinum, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna legði fyri løgtingið 30.september.

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini hevur eina røð av broytingum, og harumframt eru broyttar inntøkumetingar tiknar við í álitið, sum varð lagt fram klokkan fimm seinnapartin.

Nýggjastu inntøkumetingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa at minni kemur inn í skatti, kapitalvinningsskatti og meirvirðisgjaldi næsta ár, enn roknað varð við í heyst.

Men afturfyri roknar Fíggjarmálaráðið við at meira kemur inn í vinningsbýti frá almennu partafeløgunum og grunnunum, sum landsstýrið varar av.

Millum broytingaruppskotini frá samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini eru 1,1 millión krónur afturat til Hagstovuna, Málráðið fær 300.000 krónur afturat og nýggja sjósavnið á Argjum fær 2,5 milliónir krónur.

Andstøðu-minnilutin í fíggjarnevndini hevur eisini fleiri broytingar í sínum minnilutaáliti. Við teirra broytingum og raðfestingum verður undirskotið 112 milliónir krónur næsta ár.

Sum einasti fíggjarnevndarlimur mælir Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum til, at ríkisveitingin úr Danmark ikki minkar við 25 milliónum krónum næsta ár, soleiðis sum landsstýrið ætlar. 

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 kemur til 2.viðgerð mánadagin.

Álitið til fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 kann lesast HER.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772