Umstríddur forseti vitjar Danmark

Umstríddur forseti vitjar Danmark
Vitjanin hjá egyptiska forsetanum, al-Sisi, byrjaði á Amalienborg
Mary drotning og Frírikur kongur tóku ímóti egyptiska forsetanum á Amalienborg
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.12.2024 - 08:00

Forsetin í Egyptalandi, Abdel Fattah al-Sisi, er í dag komin á almenna vitjan í Danmark. 

Vitjanin byrjaði á Amalienborg fyrrapartin, har kongshjúnini Fríðrikur og Mary, tóku ímóti.

Seinni í dag  fer al-Sisi at hitta Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra.

Fleiri mannarættindafelagsskapir finnast hvassliga at Abdel Fattah al-Sisi. 

Talan er um ein einaræðisharra, sum ikki virðir mannarættindi, ljóðar eitt nú skotsmálið frá Amnesty International.

Í 2021 heittu 30 lond, teirra millum Danmark, gjøgnum ST á Egyptaland um at gevast við álopum á politisku andstøðuna í landinum, atfinningarsomum røddum og journalistum. 

Tvey ár frammanundan, í 2019, mettu mannarættindafelagsskapir, at umleið 60.000 politiskir fangar sótu í Egyptalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878