Almannaverkið skal hava nýggj høli í Havn

Almannaverkið skal hava nýggj høli í Havn
Almannaverkið hevur brúk fyri at savna virksemið, 8.000 fermetrar til 200 starvsfólk
Talan er ikki um at økja fermetratalið hjá Almannaverkinum, men heldur at royna at savna virksemið hjá Almannaverkinum í Havn.
 
06.12.2024 - 11:50

Almannaverkið í Havn skal hava nýggj høli í Havn.

Verandi leigumál fer úr gildi næsta ár.

Leitað verður eftir hølum til skrivstovuhald, fundarhøli, móttøku, kantinu, goymslu og verkstað.

Talan er ikki um at økja fermetratalið hjá Almannaverkinum, men heldur at royna at savna virksemið hjá Almannaverkinum í Havn.

 

8.000 fermetrar

Freistin at senda Landsverki tilboð er til 10. januar. 

Høvuðssætið hjá Almannaverkinum er í dag í ymiskum leigumálum á Hálsi.

Almannaverkið hevur brúk fyri at savna virksemið og vil tí gera avtalu um nýtt leigumál í 2025. 

Tað skal vera 8.000 fermetrar til 200 starvsfólk.

Hølini skulu vera lætt atkomulig og í miðstaðarøkinum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636