Útseta tingfundin til í morgin

Útseta tingfundin til í morgin
12 atkvøðugreiðslur vera í tinginum í morgin
Tingfundurin, sum skuldi vera seinnapartin í dag, er útsettur til klokkan 9.30 í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2024 - 10:55

Ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrisfólk og løgmann skuldu vera á dagsskránni hjá løgtinginum í dag. 

Men fyri veður er fundurin fluttur til í morgin kl. 9.30.

Seks triðju viðgerðir og seks aðru viðgerðir eru á skránni, so 12 atkvøðugreiðslur vera í tinginum í morgin.

Millum annað skal tingið atkvøða um lógaruppskotið um tillagað starv.

Meirilutin í trivnaðarnevndini, nevndarlimirnir hjá andstøðuni, mæla frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum.

Meirilutin heldur, at høvdu hoyringar verið, var hetta málið als ikki komið í løgtingið, tí øll, sum eru hoyrd, eru í móti tí.

 

Nógvir veikleikar

Nógvir veikleikar eru í uppskotinum, sigur meirilutin. Hann nevnir sjey veikleikar.

Millum annað vera færri á arbeiðsmarkaðinum, og sparing verður eingin. 

Samgonguumboðini í nevndini mæla til at samtykkja uppskotið.

Tey heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at eftirmeta skipanina og kanna, hvørjar tillagingar eiga at vera gjørdar fyri at framtíðartryggja skipanina.

Trivnaðarnevndin viðgjørdi uppskotið á seks fundum.

Tingfundurin er, sum sagt, í morgin kl. 9.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791