Strandferðslan leitar eftir avloysaraskipi fyri Smyril

Strandferðslan leitar eftir avloysaraskipi fyri Smyril
Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at SSL fer at hyggja at einum skipi á Isle of Man, sum tekur 500 ferðafólk og 200 persónbilar
Hetta er ferjan, sum Strandferðslan hevur nevnt sum møguleika at avloysa Smyril mæsta ár. Ben My Chree er av Isle of Man.
Mynd: Wikipedia  
 
05.12.2024 - 10:12

Tá ið Smyril fer í dokk næsta summar, verður tað kanska ein ferja av Isle of Man, sum fer at røkja suðuroyarsiglingina.

Tað sæst í svari frá Strandferðsluni til spurningar frá fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina hevur fíggjarnevndin spurt, hvat avloysaraskip Strandferðslan fer at hyggja at í næstum.

Strandferðslan svarar, at tey fara at hyggja at einum skipi á Isle of Man, ið kallast "Ben My Chree". 

Skipið tekur 500 ferðafólk og 200 persónbilar. Manningin telur 28 fólk.

Smyril tekur 800 ferðafólk um veturin og 975 um summarið. Smyril tekur 200 persónbilar.

Sambært BBC á Man fer tað at kosta 18 milliónir pund, 162 mió. kr., at uppstiga "Ben My Chree", sambært Alex Allinson, ráðharra. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071